Bretski Kazuo Ishiguro fær bókmentavirðisløn Nobels.
– Nobelvirðislønin í bókmentum fyri for 2017 verður latin enska rithøvundinum Kazuo Ishiguro, sum í skaldsøgum við miklari emosjonellari kraft hevur avdúkað avgrundina undir okkara illusorisku kenslu av sambandinum við heimin, sigur Akademiið í síni grundgeving.
Kazuo Ishiguro er føddur í Japan í 1954, og flutti til Stórabretlands fimm ára gamal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo