Í dag fer at kava og tað verður kalt, um 2 stig. Ættin verður norðan ella útnyrðingur, uppí ein strúk, kanska onkrir sólglottar seinnapartin.
Í morgin fyrst bert lítil vindur men sum dagurin líður frískar hann vindin upp í ein strúk ella hvassan vind av suðri og útsynningi og tað verður lýggjari eina løtu, upp í eini 5 stig, og tað fer kanska at regna, men móti kvøldi kølnar aftur og regnið verður kavi ella heglingsæl.
Týsdagin og mikudagin skrið ella stormur millum vestan og útsynning, hitin um 2 stig og tað kavar mestsum út í eitt.
Hósdagin norðan, hann minkar vindin og tað verður kaldari, niður í minus 2 stig. Tað verður eisini longri ímillum ælini.
Fríggjadagin verður lýggjari aftur, upp í eini fimm stig, avfallið verður regn og ættin verður vestan, lot til frískan vind.
Næsta vikuskiftið verður ættin mest ímillum vestan og sunnan strúkur í vindi upp í hvassan vind, ælaveður, serliga sunnudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo