Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað verður illfýsi veður ímóti endanum á næstu viku. Vindurin veksur og tað verður lýggjari og tað fer eisini at regna.

Men fyrst koma nakrir góðveðursdagar við eysturætt, sum so líðandi miðskeiðis í vikuni fer niður í landsynning.

Í dag og í morgin verður frískur vindur, men týsdagin og mikudagin bert fleyr til gul, sólglottar og turt fyri tað mesta. Hitin fer at liggja beint omanfyri frostmarkið allan sólarringin.

Hósdagin veksur hann vindin sum frálíður upp í hvassan vind ella skrið, og fríggjadagin verður nógvur vindur allan dagin. Ættin verður framvegis landsynningur, kanska okkurt kavaæli seinnapartin fríggjadagin og hitin um trý stig.

Næsta vikuskifti heldur vindurin fram, hann lækkar sum frálíður niður í beinan sunnan og tað verður lýggjari, upp í fimm stig, og tað fer at regna ein stóran part av tíðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo