Faroe Dive: Seinnapartin avgreiddu vinnukavarar, undir útbúgving, venjingar í trýstkamari. Tað eru fleiri endamál við slíkum venjingum.
Høvðusendamálið er at visa á hvussu eitt tryst- og viðgerðarkamar kann vera ein trygd hjá kavarum, t.d. um óhapp henda undir kavingini.
Næsta endamálið við venjingunum er, at vísa á hvussu eitt tryst- og viðgerðarkamar kann brúkast úti á einum kavarastað m.a. at gera kavingina meira effektiva.
Vinnukaving hevur veruliga tikið dik á seg í Føroyum. Serliga er vaksandi tørvurin á vinnukavarum týðuligur, innan føroysku alivinnuna.
Metingar vísa at tað verða avgreidd áleið 11.000 kav, innan alivinnuna árliga.
Tí er tað av alstórum týdningi at trygdin hjá vinnukavarum hevur høga raðfesting, bæði hjá kavarum og teimum ið biðja kavarar loysa uppgávur fyri seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo