FaroeDive: Í 2023 var útflutningsvirðið á alifiski 5408 milliónir krónir, sambært Hagstovu Føroya. Hetta vísir hvønn ovurstóran týdning alivinnan hevur fyri okkara landshúsarhald.
Nógvar vinnur eru knýttar at virkseminum hjá alivinnuni.
Ein av spírandi vinnunum er kavaravinnan. Kavaravinnan hevur ment seg saman við alivinnuni. Vinnukavarar veita alivinnuni týðandi og avgerðandi tænastur, undir vatnskorpuni. Tænasturnar stuðla undir góða raksturin og úrtøkuna hjá føroysku alifeløgunum.
Dagliga arbeiða áleið 30 kavarar í alivinnuni og veita føroysku alifeløgunum tænastur av ymiskum slag.
Kavaravinnan hevur støðugt ment seg og leggjast alsamt fleiri kavarar afturat vinnuni, sohvørt tørvurin økist.
Ein av nýggju kavarunum er ungi maðurin á myndini. Hann kallast Gutti við Streym, og er ættaður av Norðskála.
Gutti hevur avgjørt at útbúgva seg sum vinnukavara, tí møguleikarnir at fáa arbeiði eru góðir. Á myndini síggja vit Gutta koma upp aftur á turt, eftir eitt venjingarkav, á vágni í Klaksvík
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo