FaroeDive: Føroysk vinnukaving mennist alsamt og fleiri kavarar velja hesa vinnu sum lívsleið.
Í løtuni eru fimm ungir mans í ferð við at útbúgva seg sum vinnukavari í Føroyum.
Mennirnir eru komnir væl áleiðis við kavingini og seinnapartin í dag, avgreiddu fýra av monnunum venjingar við trýstkamari.
Eitt trýstkamar er eitt trygdaramboð hjá kavarum.
Trýstkømur verða brúkt í vinnukavingini antin, at trýstlætta kavarar ella at hjálpa og viðgera kavarar, um teir fáa kavarasjúku.
Venjingarnar seinnapartin gingu sera væl.
Á myndini síggja vit fýra av næmingunum, í trýstkamarinum, eftir venjingina..
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo