Stórur finanudagur var í dag á tennisvallunum hendan dag 4 av Føroyaleikunum, sum eisini er seinasti leikdagurin.
Hjá kvinnum leikaði sera javnt á bæði í finaludystinum og í dystinum um bronsuna.
Dystin um bronsuna vann Heidi Viderø á Rúnu Jakobsen við settúrslitinum 3-6, 6-2, 13-11.
Katrin á Neystabø vann gullkrónurnar við at vinna ein sera væl leiktan og spennandi dyst á Mari-Ann Robertson, sum til dagligt býr í USA, men í hesum døgum er heima í feriu. Úrslitið gjørdist 6-1, 3-6, 10-8.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo