Katar vann í gjárkvøldið Asian Cup fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Katar vann heldur óvæntað 3-1 ímóti Japan í finaluni, sum varð leikt í Abu Dhabi.
Almoez Ali legði Katar á odda 1-0 í 12. minutti, og í 27. minutti økti Hatem Abdulaziz til 2-0. Takumi Minamino minkaði um munin til 2-1 í 69. minutti, áðrenn Akram Afif sló sigurin fastan við einum brotssparki í 83. minutti.
Harvið kann Katar hýsa HM-kappingini í 2022 sum asiatiskur meistari.
Asian Cup, sum er asiatiska svarið uppá EM, verður hildin 4. hvørt ár.
Japan hevur vunnið kappingina oftast, 4 ferðir, meðan Iran og Saudi Arabia hava vunnið hana 3 ferðir hvør.
Kappingin er aftur á skránni í 2023. Tá verður hon hildin í Suður Korea og Kina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo