Undir HM í desember í fjør vóru atfinningarnar hvassar móti Katar, og vóru tað millum annað mannarættindafelagsskapir sum funnust hvassliga at ríka oljulandinum fyri brot á mannarættindi og fyri mutur.
Í Katar kunnu samkynd revsast við upp til sjey árum í geglinum, sum ger lívið sera trupult hjá LGBT-persónum.
Men nú gerst meira og meira greitt at eitt katarskt konsortium ætlar sær Liverpool.
– Katar raðfestir fremri keyp av Liverpool Football Club, og er sera áhugað. Men eingin avtala er gjørd enn. Vit fáa at síggja hvat hendir komandi dagarnar, skrivar katarski journalisturin Mohammed Saeed Alkaabi, sambært FourFourTwo.
???????? ???? TAT EXCLUSIVE:
— The Anfield Talk (@TheAnfieldTalk) January 15, 2023
Qatar are giving priority to the acquisition of Liverpool Football Club and are seriously interested but the deal is not complete at this present moment.
We will see in the next few days. [@Qatari] pic.twitter.com/1u4BOHfNcU
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo