Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tívils døtur er heiti á fløgu, ið bólkurin Kata gav út tann 27. juli á forlagnum Tutl. Tívils døtur er eisini heitið á einum av teimum 12 sangunum, ið eru á fløguni.

Sangarar í bólkinum Kata eru: Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Bech og Unn Paturson.

Á nýggju útgávuni hevur Kata arbeitt við føroyskum, aldargomlum sangum, útsettir fyri kvinnurøddir.
Sangirnir á fløguni fevna breitt innihaldsliga – úr tí heldur lætta, skjaldrasliga og skemtiliga, og søgur úr ævintýrkendum heimum, til frásagnir um dramatiskar kvinnulagnur, og ein spøkilsisvísa.

Dømi um sangir á fløguni eru skjaldrið Rura, rura barnið, vísan um Silvurlín, og kvæðið um Grím á Miðalnesi.

Hetta er sangbaserað tónleikaútgáva, ið inniheldur gamlar laglinjur úr føroyskum fólkasangum. Kata byrjaði at arbeiða við hesum løgum í 2013. Arbeiðið tekur útgangsstøðið í bókunum hjá Marionnu Clausen (1947-2014), har hon skrivaði niður á nótar siðbundin føroysk løg, sum hon fann á gomlum upptøkum.

Kórútsetingarnar hava hava Unn Paturson og Greta Bech gjørt. Útsetingarnr fyri røddir eru gjørdar út frá laglinjum, sum føroyskir sangarar hava sungið inn á band frá 1902 til í dag.

Á fleiri av løgunum eru slagverk við Rógva á Rógvu, og elektroniskar effektir við Lasse Thorning Jæger.

Upptøkurnar gjørdi Rógvi á Rógvu í Ólavskirkjuni í Kirkjubø í 9.-11. august, 2015. Finnur Hansen hevur ljóðblandað, og Óli Poulsen hevur mastrað. Húsan hevur Uni Árting gjørt, og Finnur Justinussen hevur tikið myndir. Í húsanum greiðir Tóta Árnadóttir frá um sangirnar. Unn Paturson hevur framleitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo