Fólkaheilsuráðið: - Í brævi í dag til Kommunurnar kring landið, heita vit á tær um at hjálpa fólki komandi hósdag, sum er altjóða roykfríur dagur, at gera enda á tubbakinum og lata tað fara upp í royk á ein øðrvísi hátt enn vanligt.
- Vit hava brent 1,2 tons av hoyggi í farnu viku, hetta fyri at vísa á, hvussu nógv verður roykt í Føroyum uppá eina viku. Vit heita á kommunurnar um at gera bál, so fólk fær henda møguleikan, nevniliga at kasta tubbakið á bálið, sigur Fólkaheilsuráðið.
Niðurteljingin er byrjað: “Tað eru tríggir dagar, til tú ert roykfríur”
fakta:
Í Føroyum verður roykt árliga umleið 55 tons av tubbaki
Í Føroyum verður roykt árliga fyri umleið 120 milliónir krónur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo