Almanna- og Mentamálaráðið: Í gjár var hátíðardagur í Fuglafirði, tá Karolina Øregaard, vanliga nevnd Utta, fylti 100 ár. Í hesum sambandi varð skipað fyri føðingardagshaldi í Siloa í Fuglafirði.
Sera nógv fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Uttu. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var við og bar fram røðu fyri føðingardagsbarninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo