Summar Festivalurin er seinastu árini skotin í gongd við einum festligum karnivali har stór sum smá eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Soleiðis verður aftur í ár.
Karnivalið verður seinnapartin hósdagin, og á odda fyri skrúðgonguni verða Silvi, Gula Bamsan, Trølla Pætur og ein risastórur dinosaurur. Eisini verða nakrir av Føroya bestu dansarnum og rættir víkingar við í gonguni.
Skrúðgongan fer úr Klaksvíksgarðinum hósdagin kl. 14:00, og gingið verður til Badmintonhøllina, har Silvalandið á Summar Festivalinum samstundis letur upp.
Børn og vaksin eru vælkomin at ganga við í skrúðgonguni, og tey kunnu verða við at seta dám á við búnum, ljóði ella annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo