Samgongulimurin Karlot Hergeirsson nevndi nógv sum stendur í fíggjarlógaruppskotinum, ymiskt sum fær stuðul runt um í landinum, men saknaði stuðul til Ovasavnið í Nólsoy.
Samgongulimurin hevði einki havt ímóti at nakrar hundraðtúsund vóru settar av til Ovasavnið.
Karlot Hergeirsson segði eisini, at hann hevði ynskt, at blokkurin var skerdur meira, men Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin søgdu noy.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo