Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hoyri vøkru røddina fyri mær…
Rungandi havnarmál við bergmálandi Ó’ið.

“Hey Nils, hettar er PÓul í Havn… gÓði ring” og so var lagt á.
Ikki so sjálvdan hasi boðini lógu inni á talhólvinum.

Her í summar hitanum við Eystrasalt, hitti eg Poul Mohr fyrstu ferð fyri einum 15 árum síðan.

Væl fór millum okkara…
Kanska ikki so løgið, báðir Íslandsvinir, loysingarmenn og “walk around Management”
Poul sum hin stóri við kunnleika til bátar og skip og eg (meira feminimt) við kunnleika til metravørðu og seingjarklæðir.

Hann helt argandi fyri, at eg hevði rigga betur hjá sær á skipasmiðjuni en í Skálabúðini…
“HeldIR tú ikki tað Nils..?”

Fleiri vóru glósurnar og søgurnar frá honum um okkum Skopuningar.
Speirekandi glósur sum vit flest øll kenna og hava fingið yvir okkum. (Líka frá rissuni við líðará, til minstringina við tveimum mastrum)

Við eitt stoppaði hann á, meðan vit spákaðu á gongugøtuni í Jurmala….
Legði hondina á økslina og hugdi djúpt inn í eygu míni….
“Túú tit eiga størsta ítróttamann nakrantíð í Føroya søgu… kenniiir tú hann…?”

Eg var ikki førur fyri at svara við tað sama…
Hugsaði hvør tað mundi vera..?
Uttan iva onkur, sterkur at rætta tong….?
Ella ein ið hevði lagt onkran strekan í sjómanstakið…? Men fekk tað ikki at passa við álvaran sum lá í spurninginum
Spyrjandi spurði eg, um hann meinti við…. Og rætt var..!

Lítilátin, heldur hulur.
Fámaltur, men vinarligur.
Uttan at taka nakað frá teimum, ið hava skarað fram úr í leiki og lívið, var hann ein av teimum størstu.

At hann var sum hann var, uttan reyp og uttan at lyfti seg sjálvan upp um tann minsta ella veikasta, sigur ikki so lítlið um hann sum menniskja!

Ein legenda í tjóðarítrótt okkara, kappróðrinum!
Líka lítilatnan sum vit kendu hann, líka lítilátin kom hann fram, í alt ov fáum og stuttum brotum í sendingini um Havnarbátin.
Ikki fyri at lasta teir ið gjørdu frálíku sendingina, men soleiðis var hann.
Einkið hóvasták..!

Hóast sendingin var um gyltu árini hjá kenda 10-mannafarinum.
So varpaði sendingin eitt bjart ljós á Karl Olivar Bærentsen, sum ein av okkara størstu avriksmonnum.
Berandi navnið í øllum sigrum frá 1971-1979

Lýsingin í sendingini tá hann í 1977 ikki longur var ein av manningini og havnarbáturin ikki longur livdi upp til tað hann var, og eftir tvær tær fyrstu stevnurnar ikki var millum fremstu bátarnar.
Lýsingin spælir við allar kenslur og fær hárinu at rísa, tá boð aftur vóru eftir Karl Olivar.

Hann lýddi boðunum frá Havnar Róðrarfelag, og tók sætið aftur á lærinum á Havnarbátinum.
Sum (lítilátin) Messi í fótboltshøpi, fekk Karl Olivar aftur bátin at ganga og tryggjaði harvið Havnar Róðrarfelag enn eitt meistaraheitið.

Ólavsøkan 1977 stendur enn ljóslivandi fyri mær nærum 1/2 hundrað ár eftir.
Tvey eru minnini, spælandi sekkjapípur frá skotum í niðurdeilum og eitt vinarligt smíl frá einum skopuningi við hálsbandið og fullari skuffu av snúsi. (Hálsbandið var føroyameistaravirðislønin.)

Til allar stevnurnar hesi árini, var bygdin fólkatóm (sum í kirkjutíð) tá tíggjumannafarsróðurinn var skotin í gongd.
Minnist enn lýsingarnar frá róðrinum gjøgnum opin vindeygu í bygdini, hesar summardagar.
Havnarbáturin var líka so nógv okkara og vit vóru øll stolt av Karl Olivari!

Hví setti eg meg við knøttarnar á tastaturinum í summar hitanum við Eystrasalt…?

Uttan iva hevði røddin aftur verið inni á talhólvinum: “Hey Nils, hettar er PÓul í Havn, gÓði ring…”

Hvussu nógvar “bátslongdir” verða lagðar afturum, áðrenn vit varnast at okkara størsti ítróttarmaður ikki longur er millum okkum..?
Uttan iva vildi hann fara líka eyðmjúkur um mállinjuna á lívsleiðini sum til øll 7 meistaraheitini við Havnarbátinum.

Eitt lítið hjartasuff 17. juni á tjóðardegi Íslendinga…

Ikki eitt orð um hendan mæta mann, hvørki frá Havnar Róðrafelag ella hiðani úr bygdini
(Haldi mær til góðar um eg fari skeivur)

Prædikarin nevnir eitt stutt brot um ein mann, ið við vísdómi sínum bjargaði einum heilum býi…
Prædikarin endar við hesum orðum… “men eingin mintist hendan mann”

Mangar eru løturnar frá barnaárinum…
Minnist Petur hjá Sillu og Gregor keglaðust um politikk uttan fyri verkstaði hjá Gregor.
Tað endaði við at Petur hjá Sillu nevnur P.M.D.
Gregor svarar hvassliga “Petur Mohr  Dam….!!” Og fór avstað.
Smílið á hesum rótgróna stillføra Javnaðarmanni, Petur hjá Sillu, loyndi seg ikki, hann hevði fingið sinnið at kóka í dekni.

Alla æru til teir ið megnaðu at reisa P.M.D. eina standmynd í byggdini, og har við góvu háborgini, skansanum hjá javnaðinum… Tvøroyri, langa nøs.
Tað er stórt og alla æru vert.

Haldi tað hevði prýtt okkum at givið bygdini enn eitt minnið.
Eitt minnið til stóran sóma fyri okkum og komandi ættarlið.
Ikki eina “mannikeng”-dukku av Karl Olivari, men eina listarliga høggmynd, til æru fyri avriksmannin Karl Olivar Bærentsen.

Stuttligt hevði verið at tikið Havnarbátin til Skopunar og givið Havnarmonnum eina líka so langa nøs, sum tit gjørdu við vøggu Javnaðarfloksins.

Hoyri Karl Olivar fyri mær, við somu orðum vendum móti mær.
Somu orð ið róðursmaðurin á Havnabátinum, Heðin Mortensen fekk, tá hann í offararkæti og spenningi byrjaði at sláa taktfast niður á stokkin.

“Gevst við hasum fjæsinum”

Og tað geri eg her.

Æra veri minnið um okkara størsta avriksmann innan kappróðurin Karl Olivar Bærentsen.

Nils Stórá

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo