Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Høllin á Hálsi verður 9. mars  karmur um risa tiltakið 90ini umaftur. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrdi 90unum til.

Longu nú eru DJ Sash!, ið vit m.a. kenna frá sanginum Ecuador, Brian McFadden frá Westlife, Eyðun Nolsøe frá Frændum, Siri frá Ipkiss, Edmund Jacobsen frá Chase og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkað til tiltakið. 

Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90unum vera við til kvøldið.

Karl Martin frá Hjarnar
Vit hava ikki bara fólk frá útlondunum við! Nei, vit hava eisini ein frá Klaksvík við og tað er eingin minni enn Karl Martin frá bólkinum Hjarnar, ið kemur at endurminna okkum á fantastisku tíðina í 90’unum. Karl Martin er bæði tónleikari, sangari og tónasmiðjur, og hann hevur skrivað sangir, ið koma at halda okkum dansandi alla náttina, m.a Breaking my Heart og Alla Nátt. Hetta verður gott!

Tryggja tær atgongumerki á ebillett.fo. til ársins kvøld í Høllini Á Hálsi 9.mars.

Tiltakið er klokkan 21:00-03:45 og alt kvøldið er fult av góðum tónleiki.

Atgongumerki eru til sølu á www.ebillett.fo. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið. 

90’ini umaftur er stuðlað av Atlantic Airways, OY og Hotel Djurhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo