Kári Svensson letur upp framsýning í Listaglugganum, Dr. Jacobsensgøta 15 í morgin kl. 16.00.
Við á framsýningini eru 19 málningar sum allir eru málaðir til høvi. Myndevni er fyri tað mesta nátturulýsingar og hugbirtingar.
Felags fyri allar málningarnar er, at teir í stóran mun hava ljós litbrigdi og kanska berða boð um, at ljósa tíðin er við at vinna á myrkrinum.
Framsýningin er opin eftir ferniseringina í morgin, vanligar upplætingartíðir í Listaglugganum, sum er týsdag til fríggjadag, kl 15 - 17.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo