- Hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar, tað sigur Kári Johansen, sum hevur gjørt av at stilla upp fyri Framsókn.
- Eftir at hava hugsa meg um í eina tíð, skal eg hervið boða frá, at eg havi tikið avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn til komandi kommunuval tann 12.november. Eg føli rætt og slætt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá mær at vera í. Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn.
- Leiðslan í Framsókn beyð mær vælkomin og komandi tíðina fari eg, saman við øðrum valevnum, at gera valskránna lidna, sigur Kári Johansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo