Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í gjár var aftur skipað fyri føroyameistarskapinum í karaoke. Tað skuldi finnast tveir vinnarar, ein mannligur og ein kvinnuligur, vinnarin av kappingini sleppur at umboða Føroyar til HM í Karaoke, sum í ár verður hildi í Vancouver, Kanada.

Støði hjá luttakarunum var høgt og ikki var lætt hjá dómarunum at taka nakran frammum.

Tó megnaði Dánjal Gomez við soultónum og rokki at sannføra dómararnar um at hann var rætti maðurin at umboða Føroyar til HM. Serliga var tað orkumikla framførslan hjá Dánjal sum gjørdi at hann skaraði burturúr.

Kappingin var skipað eitt sindur øðrvísi enn áður, við tað at allir mannligu luttakararnir sungu áðrenn kvinnurnar sluppu framat, orsøkin til hetta var at eini lutakarin, Sofía Jørgensen, skuldi rógva á sundalagstevnuni, og varð tí nógv seinka av hesum. Men eftir ein langan og harðan dag, hevði Sofía enn nóg mikið av orku til at framføra so væl at dómarirnir valdu hana sum kvinnuliga føroyameistaran í Karaoke.

Sum nakað nýtt bleiv øll finalan stroyma á facebook vanganum hjá Karaoke Føroyum, og eru hesar kykmyndir enn at síggja har til tey, ið hava áhuga fyri tí.

Karaoke Føroyar vil nýta høvið til at takka øllum, sum luttóku í kappingini og vit vóna at síggja nógvar luttakarar aftur næsta ár.

Karaoke Føroyar á facebook

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo