Tórshvanar kommuna: Í dag hevur Tórshavnar kommuna ritað undir leigusáttmálar við Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørr, um grundøki til nýggj róðrarneyst við nýggju bátahavnina í Álakeri, sum nú er komin væl áleiðis.
Grundøkini verða 600 m2 hvørt, og verða staðsett oman móti sjóvarmálanum, niðanfyri gamla róðrarneystið hjá Havnar Róðrarfelag.
Umframt at róðrarfeløgini kunnu byggja nýggj neyst og felagshøli, er ein nýggjur bátadráttur til róðrarbátarnar eisini gjørdur í bátahavnini. Hesin dráttur er ein sonevndur flótidráttur, sum fer at gera tað munandi lættari at flota og draga bátarnar enn áður.
Í næstum verður bátahavnin í Álakeri tikin formliga í nýtslu við lítlum hátíðarhaldi, har ið nýggju og betraðu umstøðurnar hjá róðrarfeløgunum báðum eisini verða royndar í verki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo