Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

KÍ kvinnurnar við FM steypinum, eftir at meistaraheitið farna kappingarár var komið í hús - Mynd: Bjarni Enghamar

KÍ kvinnurnar við FM steypinum, eftir at meistaraheitið farna kappingarár var komið í hús - Mynd: Bjarni Enghamar

KÍ kvinnurnar við FM steypinum, eftir at meistaraheitið farna kappingarár var komið í hús - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Mánadagin 25. mars byrjar landskappingin í fremstu deildini hjá kvinnum. Í ár verða níggju lið í kappingini, og sum nakað nýtt hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um at skipa Betri Deildina hjá kvinnum við grundspæli og endaspæli.

Í grundspælinum spæla liðini tvær ferðir móti hvør øðrum. Síðani fara nummar 1 til 5 í bólk fyri seg, har tey kappast um FM, meðan hini liðini fara í ein bólk fyri seg, har tey dystast um at vinna niðara bólkin.

Harafturat fer eisini at vera skipað fyri einari minni steypakapping, ið kemur afturat siðbundnu steypakappingini, sum vit kenna hana í dag. Minna steypakappingin verður fyri liðini, sum eru í niðara bókinum í endaspælinum, umframt feløgunum, sum hava sítt besta lið í 1. deild.

Kappingarárið hjá kvinnum byrjar annars við stórsteypadystinum millum KÍ og NSÍ, sum verður á Tórsvølli leygardagin 9. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo