FSF: Endamálið við fundunum er at fáa innlit í, hvussu ábyrgdarpersónar og onnur í feløgunum kring landið uppliva kappingarnar, sum FSF varðar av, umframt at fáa hugskot og viðmerkingar sum kunnu brúkast í arbeiðinum at menna ein nýggjan kappingarleist.
Fundirnir verða skipaðir soleiðis, at hvør fundur verður avmarkaður til ávísar aldursbólkar, har vit ynskja at feløgini eru so væl umboðaði sum tilber við ábyrgdarpersónum, venjarum og hjálparvenjarum hjá aldursbólkinum, og møguliga foreldur, ið hava tankar um evnið.
Fundirnir verða skipaðir soleiðis
17. august kl. 17:30 (U7 og U9 gentur og dreingir)
22. august kl. 17:30 (U11 og U13 gentur)
23. august kl. 17:30 (U11 og U13 dreingir)
5. sept. kl. 17:30 (U15 og U17 dreingir)
Allir fundirnir verða í FSF-húsinum í Havn.
– Fótbólturin er alla tíðina í menning, eisini tá talan er um fyriskipan av kappingunum hjá yngru deildunum. Eg ivist tí onga løtu í, at hesir fundir kunnu vera við til at menna eina nýggja kappingarfilosofi, sum verður til gangs fyri føroyskan barna- og ungdómsfótbólt, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo