Vinnuhúsið: Í mong ár hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sóknast eftir einum dagførdum vinnupolitikki frá politiska myndugleikanum.
Endamálið við vinnusjónarmiðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er at vísa politisku skipanini á tilmælir til skattapolitikk, arbeiðsmarknaðarpolitikk, fíggjarpolitikk, orkupolitikk, umhvørvispolitikk, útbúgvingarpolitikk o.a., so yvirskipaðu vinnupolitisku málini verða rokkin við størst møguligum smidleika.
Tilmælini hava eisini atlit at serligum viðurskiftum, sum eyðkenna føroyska samfelagsbúskapin. Tey taka støði í tí veruleika, vit liva og virka í, men tey eiga samstundis at vera haldfør fleiri ár frameftir, sama, hvussu búskaparligu konjunkturarnir hátta sær.
Eftir fyrilestrar og kjak í Norðurlandahúsinum er Føroya Arbeiðsgevarafelag um kvøldið vertur fyri hátíðarveitslu á bryggjarínum OY, sum heldur til í vinnuliga umhvørvinum á Hálsi. Í veitsluni fara vit at hátíðarhalda Ársins Virki og Vinnuátakið við røðum, mati og drekka, tónleikaframførslum og øðrum góðum.
Vinnudagurin verður um eina viku, fríggjadagin 30. september.
Tilmeldingarfreistin er týsdagin 27. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo