Nú Eplafestivalurin stundar til, ber til at siga at fyrireikingarnar veruliga byrja at taka skap og spenningur rørist.
Heilt nógv tiltøk eru á skrá og skráin, ið verður almannakunngjørd mánadagin, er allarhelst hin mest spennandi síðan Eplafestivalurin byrjaði fyri 4 árum síðan.
Eitt av tiltøkunum er ”eigur tú besta, føroyska eplarættin”. Hetta er eitt tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, sum kann koma úr skápinum.
Vinnarin verður funnin seinni á degnum, og viningarnir eru sera lokkandi. 1000 kr frá Á handlunum og 1000 kr frá Samkeyp umframt eitt populert matartólk frá Elding.
Dømingin verður skipað soleiðis: 3 matkøn fólk: Telur 50%
5 leikfólk døma í blindsmakking: Telur 50%
Reglur:
- Rætturin skal verða eftir egnari uppskrift
- Epli skulu vera ein av høvuðsingrediensunum
- Rætturin skal latast inn í trimum eintøkum í seinasta lagi leygardagin 29. september kl 12.00 við Tingborð í Trøðum á Sandi.
- Tann, ið teknar seg, fær 1 kg av eplum frá Veltuni
- Vinnandi uppskriftin verður almannakunngjørd í samráð við Poul Hansen samtakið
TILMELDING Á VELTAN@VELTAN.FO ELLA EPLAFESTIVALURIN Á FACEBOOK
Øll eru vælkomin at melda seg til, og Eplafestivaurin vónar at eplarættir úr øllum landinum luttaka
Luttøkan er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo