Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Skráseting Føroya: Frá 1. februar 2022 var kravt, at øll kapitalfeløg skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar og veruligar.

Løgligir eigarar eru løgfrøðiligir ella likamligir persónar, sum beinleiðis eiga 5 % ella meira av felagsins kapitalpørtum.

Veruligir eigarar eru tann ella teir likamligu persónar, sum í síðsta enda eiga ella havi ræði á einum felag við beinleiðis ella óbeinleiðis ognarrætti yvir einum nóg stórum parti av ognarpørtum ella atkvøðurættindum ella sum hava ræði ella ágóða á annan hátt.

Ein nóg stórur partur merkir í útgangsstøðinum, at ein persónur hevur ræði á meiri enn 25 % av ognarpørtunum ella atkvøðurættindunum í felagnum. Hetta markið er ein ábending um veruligan ognarrætt.

Skráseting Føroya hevur nú móttikið so mikið av eigaraupplýsingum, at skipanin kann gerast tøk á heimasíðuni.

Øll kunnu nú rita inn við samleikanum, og leita uppá feløg og persónar. Men gjørt skal vera vart við, at allar móttiknar upplýsingar ikki eru skrásettar enn, og at enn mangla upplýsingar frá fleiri feløgum.

Freistin at lata eigaraupplýsingar inn til Skráseting Føroya er 1. september 2022.

Leinkja til skipan við eigaraupplýsingum: https://sg.vs.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo