Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: PISA-kanningin heldur okkara skúlaskipan upp ímóti eini skipan, sum OECD setir sum fastapunkt. Tað er, at OECD setur sítt skúlaideal upp, og so mátar PISA, hvussu ymiskar skúlaskipanir samsvara við PISA-idealið.

- Føroyski fólkaskúlin samsvarar ikki væl við PISA-idealið, og tað eiga vit at taka til okkum og gera neyðugar tillagingar. Eitt gott dømi um eitt viðkomandi úrslit frá PISA er, at okkara næmingar megna illa í støddfrøði at nýta rokniark og dynamisk geometriprogramm, tá teir loysa uppgávur. Hetta var eisini ein av høvuðsorsøkunum til laka PISA-úrslitið í støddfrøði. Úrslitið samsvarar við tað, sum vit síggja í okkara undirvísing í støddfrøði, har lítil og eingi krøv eru um at nýta rokniark ella dynamisk geometriprogramm, hvørki í námsætlanini ella í uppgávunum til fráfaringarroyndina, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo