Hetta vikuskiftið hevur verið líkt so mongum øðrum. Góðveður er, og nógvastaðni hevur lagið verður gott á fólki sum hava verið úti og stuttleika sær, eitt nú á Bátastevnuni í Vestmanna, har nærum alt gekk friðarliga og sámiliga fyri seg. Tó so, okkurt mál um harðskap er skrivað, og ein bilførari verður eisini skuldsettur fyri at koyra bil við kenning.
Nú í morgun er Vørn á staðnum og kannar bátar sum fara heim aftur frá stevnuni. Eisini verður kannað, um skiparin er edrúur.
Í Suður- og Norðurøkinum verður somuleiðis boðað frá einum samanum tikið friðarligum vikuskifti, tó við undantaki av onkrum einstøkum máli um harðskap og promillukoyring.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo