BirkBloggur: Nú eru aftur krøv um at taka telefonir úr skúlastovunum. Orsøkin er árliga UNESCO frágreiðingin, The Global Education Monitoring Report, sum kom í dag. Sum sæst á permuni omanfyri, er heitið "Technology in education: A tool on whose terms?"
Tað er løgið, at so sterkar og ofta lítið rótfestar heimligar meiningar stútt og støðugt leggja seg upp at skúlanum. Men hvat, tað er har maktin er, í skúlanum. Og so í tí religiøsa umhvørvinum. Og har sum samanfallandi áhugamál og ynski um persónliga makt eru í hesum báðum pørtunum, tá er at verða uppá vakt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo