Um italienska Benevento tapur sín næsta dyst, tekur liðið met hjá Manchester United um flest tap nakrantíð í byrjanini av eini sesong, skrivar danska TV2.
Fram til í gjár átti enska stórfelagið metið yvir tey fimm størstu feløgini í Europa, sum høvdu tapt flest dystir í byrjanini av eini sesong.
12 tap ljóðaði metið uppá, sum Manchester United setti sesongina 1930/31, men nú hevur eitt annað felag lagt seg ájavnt við metið.
Talan er um italienska upprykkjaran Benevento Calcio.
Benevento hevur hesa sesongina ikki roynt annað enn at tapa í teimum fyrstu 12 dystunum í Seriu A, og hevur ein málmun á 5-31.
Benevento equal Manchester United's (1930/31) record losing streak from the beginning of a season in the top-5 European leagues: 12
— Gracenote Live (@GracenoteLive) November 5, 2017
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo