Tað hava flestu aðrir miðlar gjørt, sent sína viðmerking og hoyringssvar, men bara ikki Sosialurin.
Hóast nógva skriving ígjøgnum fleiri ár um, hvussu trupult privatu miðlarnir hava tað (serliga teir prentaðu, sjálvandi), er nú púra kvirt í Vágsbotni.
Men tað er kanska heldur ikki so løgið.
Tí hví skal ein miðil gera viðmerkingar til eina lóg, sum miðilin sjálvur hevur skrivað?
At Javnaðarflokkurin vil hjálpa sínum gamla partíorgani, sum er komið illa fyri, er kanska ikki so løgið.
Sjálvt um mátin kann tykjast sera ófínur, tá man førir seg fram sum forsprákari fyri tí reina og góða og óspilta og óhefta.
Men, at Tjóðveldi (minus Paula Petersen) eftir øllum at døma vil standa modell til nakað líknandi, tað man vera mongum tjóðveldisveljara ein gáta og ein beiskur biti at svølgja!
Hvat fáa tey afturfyri í Tjóðveldinum?
Skylda tey Miðlahúsinum nakað?
Er tað í ordan at gera rossahandlar nú?
Ein annar persónur, sum situr kúrrur, er landsstýriskvinnan.
Ikki eitt orð, hóast fleiri áheitanir frá VP um at gera viðmerkingar.
Eitt nú til blaðstjóran á Dimmalætting, sum als ikki vil hava útberingarstuðul.
Men ikki eitt orð úr Mentamálaráðnum.
Bara larmandi tøgn.
SMS-samskifti
Tann 23. oktober 2015 sendi Rigmor Dam, landsstýriskvinna, eitt sms til Eirik Lindenskov, Sosialurin.
Rigmor D.:
Spyr: Hvussu nógv brúka tit til porto til haldarar árliga? Ikki ringja!!
Eirik L.:
Svarar: Ca. 2,6 mió. kr. Hatta er bara til haldarar. So er flutningur til allar leysasølur afturat!
Akja. Einaferð varð nógv tosað um týdningin av telefonnummarinum hjá ávísum landsstýrismanni...
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo