Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var undir farnu samgongu, at Rigmor Dam fekk útgivið Barnasangbók Føroya. Ein vøggugáva frá landinum til allar nýføðingar.

Bókin skuldi útvikla málið hjá børnunum.

Táverandi mentamálaráðharrin segði, at bókin skuldi læra børnini at hugsa kritiskt, til at verða hoyrd og til at øll sjónarmið skulu telja við.

Men hvat nú!

Blaða ígjøgnum hesa bókina, og tú sært skjótt, at øll sjónarmið ikki telja við. Rigmor hevur lúkað góðu gomlu mentanina úr vøggugávuni til allar nýføðingar.

Pláss er fyri Bubu, Pulvurheksini Karmarinu og Indianarabørnunum.

Men sangir øllum til uppbyggingar og sum geva børnunum mentanarligan stirðil, teimum er lítið pláss fyri.

Summir blivu enntá pilkaðir úr bókini, beint áðrenn hon bleiv prentað.

Vit kenna øll flotta sangin Pápi Mín hjá Hans A. Djurhuus. Hann skuldi vera við, men í síðstu løtu ripaði fyrrverandi mentamálaráðharrin sangin úr bókini.

Tað sigst, at mentamálaráðharranum ikki dámdi triðja ørindi.

Mamma mín, hon seymar, og hon bindur,
kókar mær og pápa mat,
vaskar gólv, eg dálki jú eitt sindur,
tó hon sigur altíð, at
einki ger,
vátur er
ofta raskur drongur.
Sjálvt um hann at vaða fer,
kortini hann góður er.

Men hvat er galið við, at ein mamma vaskar gólv, bindur og kókar mat?

Sangurin er fólkaogn, men nú skal politisk korrektheit skúgva føroysku sangmentanina av vegnum.

Ein sangur sum vit foreldur, ommur og abbar eru vaksin upp við, og sum hevur givið gott í beinið.  

Okkara núsitandi mentamálaráðharri eigur at rætta hetta og fáa góðar gamlar sangir við, sum geva børnunum eina góða uppaling.

Eingin hevur nakað ímóti Bubu, Pulvurheksini Karmarinu ella Indianarabørnunum, men hesi koma ikki undir føroyska tjóðarbygging.

Tað ger tann føroyska mamman!

Foreldur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo