Nærum hvønn dag hoyra vit í tíðindunum og sosialu miðlunum hvussu nógv børn, ung og familjur stríðast. Hetta hevur nærmast fingið fast pláss í tíðindaflutninginum.
Sálarfrøðingar, lærarar, ergoterapeutar, námsfrøðingar, foreldur og onnur, sum ferð eftir ferð rópa varskó.
Vit hoyra eisini um ein pressaðan pyskiatriskan depil við áralangum bíðirøðum, sum ger at heilar familjur liva í mistrivnaði. Familjurnar royna at yvirliva sum frægast í bíðistøðuni og leita sær hjálp hjá sálarfrøðingi fyri at megna gerandisdagin, men hann hevur somu boð: “Tú verður noydd at bíða í fleiri mðr”. Sjálvt sálarfrøðingarnir eru ovbyrðaðir av samfelagsstøðuni.
Skúlin hevur leingi víst á sama mistrivnað, har børn sum ikki orka at vera til skulu sita í skúla hvønn dag. Ongin hjálp er at heinta og samstundis skal gerandisdagurin koyra við øllum tí, sum hann inniber.
Alt hetta vísir okkum, at okkurt grundleggjandi er ravruskandi galið við mátanum vit hava valt at innrætta okkara samfelag.
Vit meta at endamálið við øllum hesum ræðusøgunum er at fáa politikkarnar at vakna og koma við loysnum.
Um vit øll eru samd um, at avbjóðingin er øking av vánaligari sálarheilsu, so má fyribyrgjandi sálarlig heilsufremjan vera loysnin.
Men hvussu skal tað ítøkiliga fremjast í verki? Tað er ikki ofta vit hoyra boð uppá hvussu tað skal gerast.
Vit hugsa, at loysnin kundi verið funnin longri niðri í skipanini við at umhugsa, umskipa og umlæra dagstovnaøkið.
Vit vita væl at trupulleikarnir tykjast minni í dagstovnaaldri enn tá barnið verður tannáringur. Men okkara royndir hava víst okkum, at tað er ein greiður samanhangur ímillum tað barnið sum stríðist í dagstovninum, og tann ungdómin sum hevur tað ringt. Vit ynskja ikki at vera vitni til slíkan mistrivnað longur! Tí noyðast vit at taka okkara samfelagsskyldu t.v.s onki barn skal fáa bjóðað eitt tilboð, har við síggja at teirra sjálvsvirði verður skatt hvønn einasta dag av teimum umstøðunum, vit vaksnu bjóða tí. Barnið er boðberið, og hevur eina sunna reaktión uppá ein ósunna tilveru.
Um vit sum samfelag skulu arbeiða sálarliga heilsufremjandi, so má tað gerast so tíðliga sum møguligt. Og serliga tá foreldur og barn traðka fyrstu ferð inn í skipanirnar verðina, sum børnini verða verandi í til tey eru liðug í fólkaskúlanum.
Vit trúgva, at vit í Føroyum um nakar kunnu venda hesi kósini, og útinna loysnir, umskipa okkara virkishátt og skapa eina samábyrgd ímillum stovn og foreldur.
Vit hava sum samfelag avgjørt at útflyta umsorganararbeiði við at koyra børn á stovn. Hetta er ikki tað sum ástøðin sigur okkum er tað besta fyri einstaka barnið. Veruleikin vit hava í dag er dupulsosialisering, har tað lítla barnið allatíðina má taka atlit til fleiri onnur og vera frá tey eru 1 ára gomul upplærd, at útseta sín tørv. So tað er ikki løgið, at man sum ungur hevur trupult við at merkja eftir og at siga øðrum frá tí.
Tí mugu stovnar umskipa sítt virksemið, so tørvurin hjá einstaka barninum verður í fokus. Um vit ikki gera tað, so fáa vit børn sum liva í áhaldandi strongd støðu og tað kann vera ein av stóru orsøkunum til, at vit framleiða sjúkueyðkenni, sum lættliga kunnu misskiljast og sum barnið fær ábyrgd av.
Um dupultsosialiseringin ikki skal vera til ampa fyri barnið, er neyðugt at vit sum dagstovnar gerast tilvitaði um at møta barninum og familjuni útfrá teirra fortreytum, og ikki krevja at tey skulu tillagað seg okkum.
Hetta krevur námsfrøðiliga vitan, tí vantandi fakligur førleiki rakar mest tey børn, sum stríðast. Og tað eru hesi, sum samfelagið í dag roynir at finna loysnir til og hetta hoyra vit eisini um hvønn dag í valstríðnum.
Tey uppskot vit hoyra frá politikkararum og skipanum er at víðka og styrkja tann yvirskipaða almenna geiran, so hann kann vera førur fyri at lofta øllum teimum børnum og familjum, sum eru komin illa fyri í lívinum.
Hetta uppskotið kann ikki standa einsamalt. Neyðugt er at leggja størri dent á fyribyrgjandi átøk, so foreldur ikki verða noydd at rópa neyðarróp eftir fleiri ár í mistrivnaði.
Vit halda, at loysnin er aðrastaðni og longri niði í skipanini.
Familjan skal møta serfrøðini beinanvegin. Fyrst av heilsufrøðingum og síðani av námsfrøðingum.
Endamálið er at familjan verður viðursmett sum serfrøðingar í sínum egna barnið og at skipanirnar gerast betur ílatnar til tað samstarv og tillaging sum hetta krevur.
Um vit ikki gera hetta, so er vandi fyri eins og nevnt omanfyri, at langar køir eisini verða til hesar nýggju skipanirnar, sum ætlanin er at seta í verk.
Loysnin er heldur at styrkja foreldrini enn bert tann almenna geiran. Tí tað er ein nógv bíligari loysn. Í flestu førum er tað er bert ein felagsnevnari, sum stríðist fyri barnið upp gjøgnum allar skipanir og tað eru foreldrini/avvarðandi! Tey eru bindiliðið á øllum teimum pallum, sum barnið ferðast á.
Tí má okkara uppgáva á dagstovnaøkinum vera ein stuðlandi og vegleiðandi samstarvsfelagið og upplýsa foreldur um, hvussu eri eg foreldur at einum stovnsbarnið? Og hvat hevur júst títt barn tørv á fyri at trívast.
Tí hvat er alternativi? Soleiðis sum vit hava valt at innrætta okkara dagstovnar og skúlaskipan, so er vandi fyri at framleiða sjúkueyðkenni millum børn.
Vit mugu skapa dagstovnar sum byggja á dygdarnámsfrøði og tænastutryggja tilboðið sum børn, foreldur og avvarðandi fáa.
Neyðugt er at umhugsa alt økið innan børn og ung. Tá avbjóðingarnar eru so stórar við tí livandi tilfeinginum í Føroyum, er neyðugt at seta munagóð átøk í verk. Nú løgtingsval er í hondum hoyra vit røddir sum tosa um at skipa eitt nýtt málsøkið við einum barnaráðharra, sum umsitur flest øll økir innan børn og ung.
Hetta halda vit verða eina framúr góða loysn, tí hetta gevur møguleika fyri at arbeiða meira miðvíst og stigvíst fyri at framtíðartryggja okkara samfelag og geva børnum og familjum tað tænastu, tey við lóg hava rætt til. Lógir og kunngerðir skulu broytast og námsfrøðiliga útbúgvingin skal lyftast har dentur m.m verður lagdur á at førleikamenna tann lesandi til foreldrasamstarv.
Tá kann arbeiðast sálarliga heilsufremjandi heldur enn at symtomviðgera tá støðan er blivin hættislig.
Vit mugu skapa stovnsvitan har øll starvsfólk arbeiða námsfrøðiligt. Tað skal verða eitt krav, at tá tú arbeiðir á einum dagstovni, so arbeiðir tú námsfrøðiligt. Tí má vit hava stovnar, sum taka ábyrgd av hvussu teir skipa seg og velja at upplæra starvsfólk, soleiðis at tey eru ílatin til uppgávuna.
Vit skulu skipa fyri innleiðslu, mentorskipan og áhaldandi fakligari menning við skipaðari umhugsan.
Hetta skal gerast við at nýhugsa leiðslubygnaðin á dagstovnunum.
Framtíðarleiðsla vísir okkum, at neyðugt er at miðspjaða ábyrgdina av skipanini fyri betur at røkka endamálinum fyri betri góðsku í dagstovnatilboðnum.
Ein onnur samfelagslig avbjóðing á umsorgarnarøkinum er starvsfólkatrot og umsorganarmøði.
Tí er hetta uppskotið tvídeilt. Eitt er at dygdartryggja tilboðið og hitt er at varðveita starvsfólk, førleikamenna starvsfólk og fáa nýggj fólk at velja økið til.
Neyðugt er at menna eina stovnsvitan har vit savna og skjalfesta námsfrøðina, so at hon altíð byggir á fakligt grundarlag og verður verandi á stovninum. Soleiðis gerst skipanin mótstøðufør.
Hetta skilir sitandi býráð í Vága kommuna. Tey síggja tørvin og ynskja hetta fyri børn og ung í kommuni. Eisini hevur sitandi býráð veitt dagstovnunum hægstu normering í landinum. Tað vil siga, at við politiskari vælvild ber til at gera broytingar. Landspolitikkarar mugu eisini koma til hesa sannføring og vísa hetta í verkið.
Hjá okkum er leiðslan miðspjadd í einum toymið. Ein leiðsla við leiðara, varaleiðarara, dygdarmennara og inklusjónssamskipara. Hetta hava vit gjørt fyri at framtíðartryggja okkara stovn, so vit eru betri før fyri at arbeiða sálarliga heilsufremjandi.
Vit hava valt at inklusjónstillagað alt okkara stovnstilboð.
Hetta verður útint við góðum háttaløgum, amboðum, mannagongdum og hugburði og arbeiði tekur støðið í nýhugsaðum barnasýniðð, menniskjasýni, foreldrasýnði og vinsemi.
Við hesum tænastutryggja vit tilboðið til børn og familjur uttan mun til tørv, so øll uppliva seg sum part av felagskapinum.
Hetta krevur fakfólk, sum eru í áhaldandi lærutilgongdum. Sum ogna sær nýggja vitan tí samfelagið er í støðugari broyting og tí er neyðugt at vit eisini eru tað.
Um vit ynskja ein ungdóm við einum sálarligum smidleika til at meistra sítt lív, so er neyðugt at umhugsa alt økið, tí barndómurin varir alt lívið gjøgnum ættarlið.
Námsfrøðingar í Miðgarði
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo