Nærum 6 mió kr lógu eftir til eigararnar tá hvør hevði fingið sítt frá byggifyritøkuni Kajon í Klaksvík í fjør.
Kanjon hevur sum høvuðsvirksemi at reka byggi- og entreprenørvirksemi. Sambært heimasíðuni eru verkætlanir í gerð millum annað Mentanarhúsið í Klaksvík, Rennibreytin í Klaksvík og Smoltstøðin á Norðtoftum.
Bruttovinningurin vaks ógvusliga, úr 22 mió kr í 2019 til 50 mió kr í fjør.
Starvsfólkakostnaðirnir vuksu eisini nógv, úr 15 mió kr í 2019 til nærum 40 mió kr í fjør.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 58,5 mió kr og eginoging var 22 mió kr.
Stjóri er Kjartan Hansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo