Kanada setir ongar landsfrøðiligar avmarkingar til at Ukraina brúkar stríðsvognar og stálstyrkt akfør sum Kanada hevur givið Ukraina.
Tað upplýsur kanadiska verjumálaráðið sambært The Kyiv Independent.
Sostatt verður Kanada eitt av londunum sum gevur grønt ljós til at Ukraina brúkar stríðsvognar og aðra útgerð í innrásini í Russlandi, sum Týskland, Bretland og USA eisini hava givið loyvi til, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo