Føroyska Sjómansmissiónin: Seinnapartin í gjár kom frystilínuskipið Kambur aftur av túri á Flemish Cap. Teir hava verið burturi í seks vikur, og fiskiskapurin hevur verið sera góður.
-Túrurin hevur verið góður bæði til veður og fiskiskap. Vit hava siglt yvir á Flemish Cap, inn Saint Pierre, útaftur á Flemish Cap og siglt heimaftur, og veðrið hevur verið frálíkt, hóast vit eru komin langt út á heystið. Tað sigur skiparin Mortan Mortensen.
-Kvotan var størri enn skipið lastar. Tí valdu vit at fara inn til Saint Pierre at landa, tá vit høvdu góð 130 tons. Síðani fóru vit útaftur og fiskaðu kvotuna, sigur hann.
-Vit hava fiskað góð 400 tons av avhøvdaðum toski í 24 dagar. Tað má sigast at vera góður fiskiskapur, sigur Mortan.
Uppá fyrispurning hvussu skipið hevur roynst, sigur hann:
-Vit eru væl nøgdir við skipið. Tað er í góðum standi og riggar væl. Flestu av manningini høvdu ikki verið við skipinum fyrr, so fyrstu dagarnar vóru vit eitt sindur trilvandi. Vit komu tó skjótt inn í arbeiðsgongdirnar. Harafturat var nógvur fiskur at fáa, og nógv arbeiði skuldi gerast, men menninir vóru sera raskir, sigur Mortan.
Kambur skal landa í Kollafirði. Í komandi viku fer Kambur aftur til fiskiskap, og tá skal hann fiska kvotuna, teir eiga við Ísland.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo