Høgættin fer at seta sín dám á veðrið komandi vikuna. Vit kunnu vænta okkum bæði vind, kulda og kava, hegling ella vátasletting.
Í kvøld og í nátt verður kalt, heilt niður í minus fimm stig. Ættin verður ímillum norðan og útnyrðing, hvassur vindur ella skrið og avfall sum heglingur ella kavi.
Í morgin verður sami vindur men knapt so kalt, um minus 2 stig, avfall gjøgnum allan dagin sum kavi ella heglingur.
Týsdagin makar hann sum frálíður veðrið og sum dagurin líður slítur í. Hitin um frostmarkið.
Mikudagurin verður kanska frægasti dagurin í vikuni, tí tá verður mestsum stilli, hitin um frostmarkið og turt fyri tað mesta men skýggjað. Ættin fer frá útnyrðingi niður í landsynning.
Hósdagin verður lýggjari eina løtu, upp í fimm stig, men um middagsleitið brestur hann á aftur við nógvum vindi, uppí stormstyrki, eftir at hann brádliga er snaraður frá útsynningi upp í beinan norðan. Tað verður ælaveður allan dagin, fyrst sum regn ella vátaslettingur, seinni sum kavi ella heglingur. Og tað verður kaldari aftur, niður ímóti frostmarkinum.
Fríggjadagin verður javnt nógvur vindur allan dagin av norði ella útnyrðingi, strúkur í vindi uppí skrið, kavi ella heglingur allan dagin og hitin beint undir frostmarkinum.
Næsta vikuskifti verður merkt av høgætt, avfalli og kulda, umenn tað hasar nakað av í mun til vikuna, serliga næsta sunnudag verður toluligt veður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo