Turka fíggjarligu avleiðingarnar av politiskum vilja upp á undanfarnu samgongu.
Vóni at flestu tykkara hava avlisið retorikkin hjá nýggja meirilutanum í Klaksvíkar býráði.
Øll vit, sum hava samtykt fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu vóru vitandi um, at lántøka fór at verða neyðug, um so stórar verkætlanar sum á Fossum og undir Hamri skuldu gerast lidnar.
Og at tillaðingar máttu gerast, einamest av Corona. Tí tóku vit eisini undir við uppskotinum um lántøku.
Men tað hongur so nógva annað upp í lántøkuni, umframt at tað eru framdar fleiri eykajáttanir hesar fyrstu fýra mánaðirnar.
Eykajáttanir av tøkum peningi drena gjaldførið, “just as you know...”.
Hví tað er so umráðandi at fáa eykajáttanir og lántøkuna framda so skjótt eftir at nýggja býráðssamgongan tók við?
Mítt boð er; so kann hetta fyrsta hálva árið turkast upp í fráfarðandi samgongu.
Ein blanding av eykajáttanum og lántøku, sum ger tað torført hjá vanliga borgarinum at skilja.
Eftir summarsteðgin kunna “tey” vaska talvuna reina. Tað gamla er farið og alt er vorðið nýtt.
Tørvurin at rudda “gomlu” samgonguna av vegnum og fáa keypt og raðfest nøkur ting eru fullgjørd.
Hetta er als ikki ólóligt. Men vælsignaðu tit; kalla tað, tað tað er!
Signhild V. Johannesen, býráðslimur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo