Amerikanski deilstaturin Kalifornia er settur í undantaksstøðu til tess at steðga útbreiðsluni av fuglakrími.
Tað skrivar CBS News.
Hetta er gjørt fáar tímar eftir at amerikanski stovnurin fyri sjúkufyribyrging boðaði frá, at ein persónur var innlagdur hart raktur av sjúkuni.
Higartil eru skrásettir 61 tilburðir av fuglakrími í 16 statum í USA, har 34 av teimum eru í Kalifornia, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo