Mycoplasma, ella kaldur lungnabruni gongur, og talið á smittaðum tykist vaksa.
Jyllandsposturin hevur tosað við Lars Østergaard, leiðandi yvirlækna og professara í infektiónsmedisini á Aarhus Universitethospitali.
Hann sigur, at ráðini líkjast teimum, sum vit kenna frá korona tíðini: Frástøða, tí sjúkan smittar illa, og hon smittar uppá sama máta sum covid gjørdi. Reinføri, hosta í ermuna, brúka hondspritt o.s.fr. Og antibiotika tí her er talan um eina bakteriu, sum antibiotika kann basa.
- So far til læka um tú hevur fepur og onnur sjúkueyðkenni, sigur hann.
Annars er talan fyri tað mesta um eina milda sjúku. Viðhvørt gongur tó illa at sleppa av við hostan, sum serliga ger um seg um náttina, tá tann sjúki liggur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo