Tórshavnar kommuna: Skúlabólkurin úr Kaldbak, Baldursbrá, var í dag á gátt hjá borgarstjóranum, Heðini Mortensen.
Teir eru fýra í skúlabólkinum: Eivind, Pol, Aksel og Andrias. Saman við Miriann hava teir verið í Havn í dag. Fyrst gekk leiðin umborð á Westward Ho at læra um sluppina, sum liggur við kai á Vestaru vág.
Og so høvdu teir biðið um fund við borgarstjóran fyri at fáa greiði á ymiskum, sum teir høvdu at spyrja um.
Borgarstjórin bjóðaði teimum bæði sunkist og bomm.
Dreingirnir eru 6-7 ára gamlir, og í summar byrja teir í 1. flokki í Kaldbaks skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo