Í dag, tórsdagin hin 3. september, er gumma og systkinabarn mítt, Kala Jensen, 105 ár. Mommur okra vóru systrar.
Kala var borin í heim á Glyvrum í 1915 og er elsta fólk á lívi í Føroyum. Hon hevur nú verið á Ellisheiminum á Tvøroyri í 14 ár, men mesta partin av lívinum (um 82 ár) búði hon í Sumba. Okur hava havt mangar góðar løtur saman gjøgnum árini. Hon hevur allar dagar verið sum ein stórasystir fyri systur mína, Esther, og meg.
Kala sá dagsins ljós í verstu vandatíð. Fyrri veraldarbardagi leikaði á, og menninir sigldu flestallir. Vörutrot var, og í 1917 skutu týskarar fleiri sluppir niður á Bankanum. Best, sum kríggið var av, tók spanska sjúka at herja.
Foreldur Kalu vóru Sunneva Maria (fødd Nielsen) í Lopra og Martin Vang í Kálvhúsinum á Glyvrum. Sunneva Maria fór norður til Søldarfjarðar sum arbeiðsgenta hjá systkinabarni sínum, Onnu Úti í Stovu í Sumba, ið var gift Hans Peturi Weihe í Söldarfirði.
Meðan hon tænti í Söldarfirði, kom Sunneva Maria at kenna Martin í Kálvhúsinum. Tað rann saman teirra millum, tey giftust og búsettust á Glyvrum. Martin var sjómaður stóran part av lívinum, bestimaður við „Willam Martin“ í 21 ár.
Mommusystur hennara, Sanna, og maðurin vóru fyrstu niðursetufólk í Æðuvík. Tað kom soleiðis í lag, at pápi hennara, Læars við Á í Porkeri, og Evensen próstur, eldri, vóru systkinabörn og javnaldrar, báðir föddir 1840. Per í Gjörðum var abbi teirra. Sanna fór norður á próstagarðin á Nesi at tæna og hitti har komandi mann sín, Jóannes.
Evensen læt tey fáa stórt gerði í Æðuvík, har tey settust niður 1897. Ein yngri beiggi Jóannesar, Jógvan Næssaa, giftist seinni systurdóttur Sonnu, Lisabett, ið var mommusystir okra, Kalu. Tey fóru av Tvöroyri til Havnar at búgva í 1919.
Nú er bara eitt av abbabörnunum hjá Læarsi við Á, sum var föddur fyri 180 árum síðan, eftir á lívi, Leivur, sum enn býr í Porkeri, og er hann tískil systkinabarn mommu Kalu, sum nú er 105 ár.
Sunneva Maria og Martin í Kálvhúsinum fingu níggju børn í 11 ár: Thomina (Mina), Svanhilda (Nana), Jacob Andrias, Nicala (Kala), Oluf, Sunneva, Mathea, Diny og Marin Cecilia (Lillan). Ein dóttir doyði fáar vikur gomul, onnur 13 ára gomul. Kala er tað einasta av systkinunum, ið eftir er á lívi.
Omma okra, Elspa Kristina, fór bara eina ferð norður at vitja dötur sínar og systrina í Æðuvík. Men Lina, momma mín, var fleiri ferðir norðanfyri. Tá ið Kala var 7 ár, tók hon hana við sær suður til Sumbiar at ferðast. Har átti hon fosturabba, mommusystrar, mommubeiggjar og systkinabørn, ið hon ongantíð hevði hitt, so tað bleiv ein spennandi ferð fyri hana.
Hon hevði havt tað so gott í Sumba, at hon vildi sleppa suðuraftur. Tá ið hon var níggju ár, kom momma mín, Lina, norðuraftur á Glyvrar at vitja systur sína, Sunnevu Mariu. Lina var eina tíð har norðuri, og tá hon fór suðuraftur, hevði hon Kalu við sær.
Tá í tíðini var ikki so lætt at ferðast sum nú á døgum. Fyrst fóru tær við mjólkarbátinum til Havnar, har tær gistu hjá Lisabett mostur og Jógvani Næssaa í Magnus Heinasonargötu. Tey áttu Fíu, Edit, Erikku og Hjördis, sum var eitt ár yngri enn Kala. Dagin eftir varð farið við Smyrli til Tvøroyrar. Síðani gekk leiðin til Vágs og haðani til gongu til Sumbiar.
Umsíðir komu Lina og Kala til Sumbiar. Ta ferðina fór hon ikki avstaðaftur, men varð verandi í Kálgarði, til hon giftist. Hon gekk í skúla í Sumba, og næm, sum hon var, fell tað henni lætt. Kala hevði eisini eitt lætt sinni, altíð í góðum lag - og so sjáldsama brosmild.
Í Kálgarði savnaðist nógv fólk. Har var telefonstøðin, so har var ofta trongt í tí stóra køkinum, tá ið fólk sótu og bíðaðu eftir tíð at tala í telefon. Tá var tað so, at ein mátti fara við telefonboðum út í hús, og var Kala óføra røsk at fara við boðum til stóran lætta fyri hini húsfólkini. Tað var skjótt, hon kendi øll húsini og fólkini í bygdini. Öll vóru so góð við Kalu. Lætt var hon upp á sporið, og tað hevur fylgt henni gjögnum lívið. Hon rann heldur enn gekk.
Í húsinum í Kálgarði búðu tá hesi fólk: omman og abbin, mostrar hennara Lina og Maria og mommubeiggin, Tummas. Mommusystrarnar giftust og fluttu út. Eftir vóru omman, abbin, Tummas og Kala. Omman var tá farin at eldast og orkaði ikki so væl. Kala var henni ein góður stuðul.
Til húsið hoyrdi nógv jørð. Har vóru neyt, ross og nógvur seyður. Ovmikið at takast við: mjólka, røkta torv, hoyggja, taka slakt upp, royta fugl, virka ull og mangt annað. Øllum hesum arbeiði tók Kala lut í, hugagóð og kvik sum hon var.
Tá ið Tummas og Andrea giftust, kom meiri lív aftur í húsið. Tey fingu fýra børn, meðan Kala enn var í Kálgarði.
Sum ung trúlovaðist Kala Jóhannesi Jensen. Tey giftust í jólaföstu 1941, ringastu krígstíð, og sigldi Jóhannes, sum so mangur, nógv undir krígnum. Eg var í brúðleypinum, sum stóð inni hjá Tummasi á Nýlendum. Eg var sjey ára gamal, so tað minnist eg væl. Yngri systirin, Lillan, kom suður í brúðleyp 18 ára gomul. Hon hevði ikki verið í Sumba áður, og tá sá hon ommu sína á fyrsta sinni. Tað stuttliga hendi, at Lillan eisini fann saman við einum sumbingi, Dolla í Gomlustovu. Tey giftust 1947, og blivu tær tá næstu grannar.
Kala og Jóhannus giftust inn til verforeldrini, Gretu og Magnus, og varð tað hennara heim, til hon í 2006, 91 ára gomul flutti á Ellisheimið á Tvøroyri.
Kala og Jóhannes fingu seks døtur, men lagnan var teimum hørð, tí tey mistu tvær teirra sum smágentur av sjúku, Matheu og Myrnu, einans hálvt ár ímillum. Mathea var nógv hjá okur, Esther og hon vóru serliga góðar. Myrna var so lítil, hon doyði. Kala bar barn undir belti, tá ið seinna gentan doyði, og hon ber navnið Mathea eftir systur síni.
Greta giftist Kristini Rasmussen úr Ørðavík. Mathea giftist Snæbirni Joensen úr Vági, sum andaðist á ungum árum. Hon giftist uppaftur við Johan Kjærbo úr Sumba. Jonna giftist Hendriki Thomsen av Tvøroyri, og Magna giftist Mariusi Kjærbæk úr Sumba. Eftirkomarar eru nógvir – ommubørn, langommubørn og oldurommubørn.
Jóhannes var sjómaður öll síni manndómsár og var burtur stóran part av árinum, so har var ivaleyst at tríva í hjá Kalu. Hann var sera røkin maður og hevði gott handalag.
Fleygastengurnar, hann gjördi, vóru tiltiknar. Magnus, pápi hansara, var av raskastu monnum, men doyði eftir stutta sjúkralegu um 70 ára aldur. Minnist tað so væl, sum var tað í gjár. Eg var í Smiðjuni á Görðunum tá. Eg fekk mær frí og fór suður á motorsúkkluni at reka í Uttara fylgi. Tað var í ullarroyting. At síggja hann koma rennandi oman gjögnum Beinisvörð, ikki högg á föti, eins og ein unglingi. Hann doyði longu síðst í august av krabbameini. Stórur saknur var í honum.
Greta, vermóðirin, bleiv heilt gomul, og sum hon eldist og heilsan fór at bila, tók Kala sær væl av henni við kærleika og umsorgan líka til tað síðsta.
Tá heimahjálpartænastan byrjaði í Føroyum, fór Kala í starv sum heimahjálp. Hetta starv røkti hon báði væl og virðiliga í mong ár, til hon fór frá við eftirløn. Kala gumman var heimahjálp hjá foreldrum mínum í fleiri ár, og eigur hon hjartans tøkk fyri alla ta hjálp, hon veitti teimum. Kala og momman høvdu eitt heilt serligt band sínámillum alt lívið – tær vóru sum móðir og dóttir. Umframt at Kala stóð gumma mín í Sumbiar kirkju 1934, stóð hon eisini gumma at yngri syni mínum í Havnar kirkju 1968.
Tær itu báðar eftir Niklasi í Lopra, pápa mommu mína, abba okra, Kalu. Niklasnavnið er gamalt í ættini. Niklas Niðuri í Görðum var langlangabbi okra. Marin, kona hansara, var dóttir Niklas í Sjúrðhúsi í Vági, nevndur Niðastin. Væl dámdi teimum at siga söguna um, at hann slapp ikki við í Seyðstakk eftir lundapisum 103 vetrar gamal og var í öðini um tað, at teir skuldu vera farnir undan sær. Ikki var hann heilt klárur, sökti helró, sum teir sögdu, og doyði sama dagin. Bökurnar siga, at hann var gott og væl 93 ára gamal, hann helt seg vera 10 ár eldri. Tó so var, sum hann segði, hevur Kala gumman kortini tikið ættarmetið væl og virðiliga.
Stóri dagur tín, sum fær okkum at undrast á lívsins kor, er merktur av teirri herviligu farsótt, ið herjar; men tíbetur sleppa dötur og dótturmenn at vera hjá tær föðingardagin.
Góða Kala gumman! Nú er tú hálvavegna komin inn í betri heim, men vegna alla familju mína heilsi eg tær og tínum hjartaliga á 105-ára føðingardegnum. Takk fyri alt.
Jesus veri hjá tær.
Guðsonur tín, Thomas Eli Thomsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo