Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kaj Leo Holm Johannesen bjóðar seg nú fram sum valevni Sambandsflokksins til sess á danatingi. Í valgrein á Vagaportalinum i dag sigur Kaj m.a. frá, at hann, um nakar, kennir politisku spælireglurnar í politikki – og at tað er sera týdningarmikið fyri at skapa úrslit.

Eisini boðar hann fra, at hann hevur góða politiska dømikraft, royndir í altjóða politiskum arbeiði, sum m.a. skal tryggja at røttu avgerðirnar verða tiknar til røttu tíð.

Sum fyrrverandi løgmaður veit hann eisini hvussu politisk úrslit verða nádd.

Kenni væl Kaj frá fundum í Landsstýrinum tá hann sat sum løgmaður, og ikki minni frá morgunsvimjingini har hann tó er blivi heldur sjáldsamur gestur farna árið. Kaj er fyrikomandi og fittur maður, men til poilitisk arbeiði meti eg hann heldur veikan.

Bert eina einstaka fer er tað innan donsku grundlógina, sum vit her í landinum enn ”hanga” uppií sum hjáland (koloni) hjá Danmark, hent at ein lóg er blivin samtykt í parlamentinum við endamálinum at heimila eini einstakari privatari fyritøku ein framíhjárætt at fáa sín vilja trýstan uppá pláss.

Tað hendi í 1996 at Folketinget, kanska av misgávum, kom at samtykkja eina lóg til frama fyri samtakið Tvind.

At eingin politikari var so mikið vakin, at hann vaknaði við kaldan dreym í tingsalinum, og rópti varskó.... hov hov... hetta ber ikki til at vit samtykkja eina lóg til frama fyri eina privata fyritøku.

Danska grundlógin hevur sum aðalreglu, at allar lógir eru eins galdandi fyri allar borgarar, og at tað tí ikki letur seg gera at samtykkja lóg til frama fyri eina staka privata fyritøku.

Men tíanverri.... allir teir donsku politikkarnir og sjálvandi føroysku og grønlendsku umboðini, svóvu enn sín søta morgunsvøvn, og varnaðust ikki hvat hendi.

Men tað gjørdi ein vanligur borgari í Keypmannahavn. Han kærdi donsku stjórnina, við Lars Løkke Rasmussen á odda, fyri at hava samtykt sonevnda singular-lóggávu, ið var í álvarsamari andsøgn til meginreglu í Grundlógini.

Ùrslitið bleiv sjálvandi at danski hægstirættur segði dóm (U1999.841 H) hin 19. februar 1999, at samtykta Tvind-lógin var í andsøgn við Grundlógina, og tí bleiv ógildað.

Hetta er einasta hending í donsku rættarskipanini at hægstirættur hevur ógildað eina lóg frá Folketinget.

Drúgt orðaskiftið stóðst av hesi hending, ið síðan er komin út í bók við heitinum LexTvind.

Tað sum Lars Løkke Rasmussen og danska stjórnin ikki megnaði, var ikki annað enn sum fótur í hosu hjá Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann fekk trýst gjøgnum Løgtingið, við stuðuli frá sínum bestu samstarvspørtum... nevndir vóru Kristin Mikkelsen og Kári P. Højgaard... eina løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, ið varð kunngjørd hin 18. mars 2013.

Endamálið við hesum ”jarnbrotsarbeiðinum” hjá okkara (tá) høgt virda løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, var samb. § 6 stk. 6: ”at landsstýrismaðurin í heilt serstøkum førum, eftir áheitan frá kommunustýrinum, kann taka avgerð um at víkja frá ásettu freistum í stk. 1, soleiðis at framløgutíðin verður sett til 1 viku og mótmælisfreistin til 1 viku frá kunngerðardegnum.” Kærur sambæret § 10 a um loyvir, ið eru givin við heimild í byggisamtykt, sum er fevnd av stk. 6, hava ikki steðgandi virknað”.

Broytingar til Býarskipanarlógina taka annars fleiri vikur og mánaðir, og kunnu verða rættuliga drúgvar um t.d. ein borgari ella eitt felag mótmælir ella kærir eina ætlaða broyting til eina byggisamtykt.

Annar møguleiki er at royna rættarskipanina, men tað tekur so at siga líka so langa tíð.

Um okkara áður so høgt virdi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen kann umboða Føroyar og Sambandsflokkin á danatingi..... við størstu skandalu í politisku søgu okkara í sjáttuni, kann umrøðast sum virðiligt og ikki minni brúkiligt umboð, kunnu veljarar so avgera um eina viku..... men haðani verður sjálvandi eingin krossur at heinta.

Eg lovaði Kaj Leo Holm Johannesen at hann til komandi løgtingsval skuldi sleppa at lesa alla gøluna úr enda í annan... og tað skal hann eisini sleppa.

Hvat síðani hendi, er annar partur av ”LexPelagic”, ið er líka so skelkandi.

Men tað verður so ikki fyrr en nakað upp til komandi løgtingsval.

Gott val.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo