27.04.1939 - 04.05.2024
Nú fórst tú ferð um land og fjøll
og síðsta túr um havið,
at gleða tíni kæru øll
í væla veitsluvavi.
Men ovast situr hann sum rár
og dagar okkar telur,
so hvørt sum lívið fer og gár
hann vælferð vára velur.
Nú áttifimm tú spelkin trein,
tú mergjaður oss møtti,
um sjúkutekin møddu bein,
tú blítt tó løtu bøtti.
Nei, ikki vardi okkum tað,
við tínum lívsins alvi,
at komið var til evsta dag
við tínum tíðartalvi.
Tú vart for oss ein bygdarmynd
í øllum tí, tú gjørdi,
har løta hvør var fylt við fynd,
sum signing við sær førdi.
Og minnini, tey eru mong,
tú troytti mið og grunnar
og førdi okkum mangan fong,
at metta svangar munnar.
Um ár tey løgdust til títt knoss,
tú vildi øllum dugna,
hvønn vin í verð og Bláa Kross,
tín hond hon mundi muna.
Hvør dagur gekk við tign og trú,
tú hjálpti øllum fegin,
so tøkk vit bera tínum bú,
nú tú fórst himnavegin.
Tað kenst her tómt, tú farin ert
úr lívsrenslinum stríða,
og eftir eru minnir bert
av brái tínum blíða.
Vit virða teg, at við tú var
eitt grev í okkar garði,
og tína byrðu fróur bar,
so eftir stendur varði,
sum minni um ein megnarmann,
ið inti avrik stór,
til sjúkan svára feldi hann,
og hann til fedrar fór.
----
Kaj Eli vit tær lýsa frið,
ov brátt tú frá oss fer
at leita upp títt evsta mið,
har ævinleikin er.
Vit takka tær for vinarlag,
for lívsins stev og stig,
sov sælur undir grønum flag,
fá ævinleikans frið.
----
For tykkum, sum hann vardi av,
vit biðja, at tit finna,
at Gud, sum Kaj Eli lív sítt gav,
Hann sorg vil tykkum linna.
unna & pmp
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo