Sum VP skilir verður eitt tíðindaskriv orðað júst í hesi løtu, har boðað verður frá at KAF tekur áheitanina aftur um at fáa fakfeløgini í verkfalli til at viðurkenna, at verkfallið er óheimilað stríðsstig.
Fyri løtu síðani ringdi VP til Alfred Petersen, nevndarformann í Fasta Gerðarrættinum, um Fasti Gerðarrætturin hevði fingið nakra fráboðan um tað, men tað hevði Fasti Gerðarrætturin ikki fingið.
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, váttaði fyri VP, at eitt skriv verður orðað í løtuni.
DAGFØRING: KAF hevur tikið málið aftur úr Fasta Gerðarrættinum. Tað váttar Alfred Petersen, nevndarformaður í Fasta Gerðarrættinum, fyri VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo