Ein mamma, sum kortini ikki var stakur uppihaldari, fekk onki burtur úr at kæra avgerðina hjá Almannaverkinum at krevja familjuískoytið afturrindað. Tí hon var ikki einsamøll, og hevði tí ikki rætt til familjuískoyti. Og tað verður týðuliga gjørt vart við, at um tú fært stuðulin av órøttum, so skal hann afturgjaldast, vísti kærustovnurin á.
Kvinnan, sum var útlendsk, búði til leigu hjá einum manni. Hon leigaði eitt kamar frá honum, segði hon. Í málsviðgerðini sæst, at Almannaverkið ivaðist í, um kvinnan kundi metast sum stakur uppihaldari, men valdi kortini at játta henni stuðul. Tá kvinnan seinni fekk barn saman við manninum, helt Almannaverkið, at hon meira enn bara leigaði eitt kamar frá pápanum at barninum, og kravdi at fáa stuðulin afturgoldnan.
Kvinnan var ikki samd, segði seg ikki hava skilt reglurnar heilt, og kærdi avgerðina. Men kærustovnurin staðfesti avgerðina hjá Almannaverkinum, og kvinnan noyðist at rinda stuðulin aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo