Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Býráðslimir rudda til Virkið vár, 2024

Býráðslimir rudda til Virkið vár, 2024

Býráðslimir rudda til Virkið vár, 2024

Tað er ikki nakar milliónbýur, sum vit búgva í. Men okkara kæra heim. Her er liviligt og gott at vera. Men vandi er í allari vælferð.

Tað er ikki ein parkeringskjallari, fleiri ídnaðarøkir, breiðari vegir ella havnin til amerikonsk ferðamannaskip, sum eru míni politisku hjartabørn, nú val er í hondum. Og eg veit, at dugnaligu byggiharrarnir og vinnulívsfólkini í Klaksvík munnu fara at klára seg uttan mína hjálp.

Fyrst og fremst vil eg vera røddin hjá teimum, sum droyma um eitt innihaldsríkt lív og eina ljósa framtíð her í kommununi.    

Og eg havi hug at trúgva, at vit politiskt kunnu menna og flyta Klaksvíkina rætta vegin. Dagliga hoyri eg frá fólki, sum hugsa spennandi tankar, og sum eisini hava góð hugskot, hvussu vit saman kunnu skapa ein tryggan og innbjóðandi bý, har gøturnar allar osa av fólkalívi, handlum, mentan og kveiktum ungdómi.          

Tað eru í dag næstan líka nógvir bilar, sum tað eru fólk í Føroyum. Hjá flestu børnum er fartelefonin nú vorðin meiri áhugaverd enn omman og abbin. Skjótt hava vit líka nógvar sálarfrøðingar sum fiskimenn í landinum ... Og so bjálva vit húsini somikið væl, at vit púrasta gloyma, hvussu fjálgt tað í veruleikanum er at sita tætt ímillum vinir og kenningar.  

Politikkur snýr seg eisini um samleika. Og um virðisgrundarlag. Hví búgva vit í Klaksvík. Og hvat knýtir okkum saman sum Klaksvíksingar og norðoyingar.  

Vit hava størsta húkin í heiminum. Besta vælveruøkið í landinum. Og dýrasta flyglið í Føroyum. Hví ikki seta okkum sum mál, at vit í framtíðini skulu eiga tær vakrastu og hugnaligastu gøturnar og ein livandi miðbý, har tú og eg kunnu hittast til gaman og álvara. 

Politikkur er í míni verð bæði visjónin og nærveran. Jú, vit skulu hugsa stórt og hyggja frameftir. Men vit mugu kortini hava bæði beinini plantaði á jørðini og merkja gróðurin og vøksturin rundan um okkum.
 
Tað er ein tíð at steðga á og práta. At hoyra tey eldru siga frá. At kjakast um tilveruna og lívsins stóru spurningar. At vera úti í Guðs føgru náttúru. At geva tí  vakra og mannaskapta gætur. At minnast okkara forfedrar. At vitja teir søguligu býlingarnar. At síggja børnini spæla.

Hóast ymiskar fatanir og ætlanir fyri býin, so mugu vit sum politikarar skilja tíðina og grundleggjandi tørvin her í kommununi. Og fólkaræðið er tín og mín hugsan.   

Tað er ein føroyskur mannarættur at eiga mat inni, at reint vatn er í krananum, at ruskið verður tikið, børnini ganga í skúla og at heilsuverkið er ókeypis. Vit kunnu vera takksom, at vit búgva í Føroyum.

Eg veit, at klaksvíksingar eisini eru góðir við sínar bilar. Men vit mugu sum samfelag góðtaka, at her skal vera pláss til barnavognar, børn á súkklu og fólk til gongu. Tí mugu vit avmarka ta nógvu ferðsluna, sum er í býnum, og loysnin kann verða at gera básar og taka gjald fyri langtíðarparkering.        

Í hesum døgum, har politiskt ráðaloysi valdar, tí at alt landið koyrir við einum risahøgum halli, mugu vit koma við ódýrum og uppbyggjandi átøkum, soleiðis at vit klára alla neyðugu røkt og skyldir í samfelagnum. Hetta snýr seg ikki um hugsjónir ella partapolitikk. Meiri um hugburð og persónligan vilja. Men eg loyvi mær at ivast í, um fleiri leiðslustørv og samskiparar í samfelagnum loysa trupulleikan. Men eg veit, at fólkini á gólvinum gera beinanvegin mun í barnagørðunum og á eldraøkinum. Og at fáa raskar ungdómar og pensionistar at rudda og fríðka um býin hava vit væl ráð til. Ja, helst hava vit ikki ráð at lata vera!       

Vit hava øll okkara ábyrgd sum almennur myndugleiki og sum einstaklingar. 

Sig ikki, hvat Klaksvík skal gera fyri teg. Spyr heldur, hvat kanst tú gera fyri Klaksvík. 

Sannleikin er, at vit kunnu ikki hjálpa øllum. Men øll kunnu hjálpa onkrum. Og tá verður Klaksvík ein vakur staður, sum rúmar øllum aldursbólkum, og har fólk trívast og festa røtur.

Annika S. Biskopstø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo