Fyri at stuðla og ugga russisku og tetjensku hermenninar í Ukraina hevur Ramzan Kadyrov, leiðarin í Tetjenia og trúgvur stuðil hjá Putin, skipað fyri eini videokapping.
Og kappingin er einkul: Besta video-upptøkan av hermonnunum í Donbas vinnur eina millión rublar, sum svarar til einar 76.000 krónur.
Tað skrivar leiðarin á boðtænastuni Telegram.
Video á profilinum hjá Kadyrov vísir, hvussu tetjensku hermenninir stríðast í Ukrasina, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo