- Eg fekk næstan ikki anda, sigur Juventus-stjørnan Paulo Dybala sum var testaður positivur fyri covid-19.
Trupulleikar at anda og pína í vøddunum plágaðu Paulo Dybala, so hann var nærum ikki førur fyri at gera nakað sum helst, meðan hann hevur verið raktur av covid-19.
Sostatt var hann nógv meinari raktur enn fyrr greitt frá í miðlunum, men nú hevur hann tað betri. Tað sigur argentinarin á egnu videorásini hjá Juventus, sambært Football Italia.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo