Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kristiliga Tíðindatænastan: Í døgunum 22. apríl til 01. mai vitjaði trúboðaraskipið Juvél 2 í Nólsoy, í Sandoynni og í Suðuroynni. Eitt skip vekur áhuga har tað kemur, og soleiðis eisini við Juvél 2. Í øllum havnum varð lýst við “OPIÐ SKIP,“ og bæði børn og vaksin komu umborð, sum eisini fingu ein góðan drekkamunn, og ikki minst eitt gott prát saman við eini rundvísing. Smádreingunum dáma væl at sita í skiparastólinum og droyma um eina skiparatilveru, tá teir verða vaksnir menn.

Skráin fevndi bæði um tiltøk umborð og í landi. Dagurin byrjaði við morgunmati, har øll manningin savnaðist í messuni, og eftir morgunmatin var tað onkur av manningini, sum hevði eina stutta andakt.

Lýst var t.d. við harrakvøldið, tá skipið var fullsett við monnum, sum bæði sungu, vitnaðu, prátaðu og grinu. Manningin vitjaði fleiri sambýlir og ellisheim, har andaktir vóru hildnar. Eisini varð skipað fyri familjuløtum. Gingið var í húsini við traktatum og innbjóðingum.

Flaggdagshald
Í Hvalba lá skipið sjálvan flaggdagin 25. apríl. Tá lýsti manningin til flggdagshald í Roynhøllini, og væl av bygdafólkinum kom í høllina, har m.a. borgarstjórin segði nøkur orð, og tá Hvalba var fyrsta havnin í oynni, so ynskti hann manningini hjartaliga vælkomna til oynna. Svenning av Lofti hevði høvuðstaluna. Afturat eini góðari røðu um flaggi, so greip hann samstundis møguleikan, Svenningi líkt, at røða um krossmerkið í flagginum við atliti til evangeliið, sum eisini er endamálið við Atlantic Mission og Juvél 2. Borgarstjórin, Janus Thomsen, segði, at so vítt hann visti, so var hetta fyrstu ferð, at alment flaggdagshald var í Hvalba.

Hóast tað ikki varð lagt upp til almennar móttøkur, tá skipið legði til bryggju, so var tað í flestu plássum, at borgarstjórarnir komu umborð og ynsktu manning og skipið vælkomnum. Tað hevur alstóran týdning í eini slíkari tænastu at kenna seg vælkomnan frá ovastu rók.  

Barnatiltøk
Fleiri barnatiltøk vóru bæði umborð og í landi. Mammurnar gjørdu sær ómak at koma við børnunum, sum fingu ein góðan boðskap frá Ruth Gaardlykke, tá hon við hjálp av einum sokallaðum Gospel-Terningi greiddi børnunum frá evangeliinum um Jesus. Eina tílíka løtu bjóðar skipið børnunum sunkist og okkurt góðgæti. Lýst varð við evangeliskum fundum bæði inni og úti, har væl av fólki møtti upp.

Manning
Tað var stilli í sjónum og gott veður í landi allar 10 dagarnar, sum lætti um huglagi hjá manningini. Maskinmenn vóru Jógvan Páll Sevdal, Ebbe Petersen, Vágur og William av Vollanum, Kollafjørður.  Skiftandi skiparar vóru á ferðini: Alvi Hjelm úr Vági, Uni Nolsøe úr Húsavík, og Jákup Pauli Hammer úr Hvalba. Bæði Uni Nolsøe og Jógvan Páll Sevdal hava fortíð sum yvirmenn við Missiónsskipinum Logos Hope hjá OM. Jógvan Páll sum maskinsjefur. Uni var stýrimaður við Logos Hope, tá skipið vitjaði í Føroyum á síni Jomfrúferð í apríl 2009.

Fasta manningin vóru: Svenning av Lofti, leiðari, Jógvan Páll Sevdal, maskinmaður, Uni Nolsøe, skipari, Páll á Lakjuni, Ruth og Torvald Gaardlykke, Poul Jóhan Djurhuus og Kjartan Petersen. Páll á Lakjuni og Ejler Hansen høvdu ábyrgd av tónleikinum. Hjørleif Vang og Jákup Godtfred vóru við nakað av tíðini.

Hóast borðreiðingin og maturin var í toppklassa undir øllum túrinum, so vóru tað skiftandi kokkar: Kári Andreassen, Jónfríð Hjelm og Heidi av Vollanum. Hesi eiga stóra tøkk fyri teirra ómak við borðini, tí júst hesin parturin er sera týdningarmikil, tí tað er við máltíðirnar, at felagsskapurin verður hildin við líka.  

Skip og evangelisering
“Hvussu yndisligur er ikki kjalavørrur teirra, sum koma um havið við gleðiboðum!” At evangelisera við skipi er nakað heilt fyri seg. Hetta sannaði Operation Mobilsation (OM) við George Verwer og øðrum, tá teir í 1970 tóku fyrsta skipi í brúk. Seinastu fimti árini hevur OM átt fleiri skip, og teir viðganga í dag, 50 ár seinni, at teir høvdu ikki nátt so mong menniskju við evangeliinum, um tað ikki var yvir høvini við skipum. 

Eisini her á okkara leiðum, bæði í Føroyum og okkara grannalondum, gevur tað ótalligar møguleikar at vitja býir og bygdir við einum skipi. Eitt skip vekur ans millum fólkið, og dregur fólk til sín, tá lýst verður við tiltøkum og ikki minst, tá lýst verður, at skipið er opið fyri vitjandi. Eitt skip gevur ótalligar møguleikar at koma í samband við menniskju, og er samstundis sera væl egna til møtir. Eitt møti umborð á einum skipi er nakað heilt fyri seg. Bæði børn og vaksin verða drigin til eitt tílíkt skip.

Farvælløta í Klaksvík
Nú liggur Juvél 2 í Klaksvík og ger seg kláran at fara til Grønlands. Farið verður av Klaksvík leygardagin 21. maj, har farvælløta verður á bryggjuni kl.14:00, og so verður loyst við tað sama eftir løtuna. Manningin vónar, at mong leita oman á bryggjuna at siga farvæl. Juvél 2 verður burtur í fíra mánaðir. Verða aftur á Klaksvik seinast í september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo