Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Juristarnir sluppu ikki at svara í Vinnunevndini, tá ið limir í nevndini vildu hava at vita, hvørjar fylgjur tað fór at fáa fyri vinnuna, at ein uppboðssøla verður samtykt og um møguligar avleiðingar av tí.

Sambært limi í nevndini, sum VP hevur tosað við, so vóru juristarnir avbrotnir av fiskiráðharranum, sum segði at eingir trupulleikar vóru, men um so var, so kundi málið bara roynast í rættinum.

Tað var ein av orsøkunum til, at teir fýra Bárður Kass Nielsen, Helgi Abrahamsen, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen bóðu um at Løgtingsskrivstovan ger eitt upprit.

Og stjórin á Løgtingsskrivstovuni boðaði Vinnunevndini frá, at eitt upprit í fyrsta lagi verður klárt í januar 2016, kanska í seinnu helvt av januar 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo